Í mars gjørdist tað greitt, at tungmálmsbólurin SIC vann føroyska umfarið av Wacken Metal Battle. SIC skulu sostatt umboða Føroyar í dag, mikudagin 31. juli, har teir skulu á pallin at framføra sín tónleik í finaluni til stóra, altjóða Wacken Metal Battle tiltakið. Framførslan hjá SIC verður á W.E.T. stage kl. 15.25.
Bólkar frá yvir 30 londum kappast á Wacken um ein plátusáttmála frá Nuclear Blast Records. Altjóða vinnarin í fjør gjørdist eingin annar enn føroyski doom metal bólkurin Hamferð.
Øll londini, ið luttaka, hava eitt dómaraumboð við, ið metir um bólkarnar - harímillum um góðsku av framførslu og tónleikainnihald. Í ár er tað Teitur Egholm Fossaberg, ið situr sum føroyskt dómaraumboð, meðan Fróði Tórálvsson Stenberg var í fjør.
Teitur og Fróði umboða eisini "Upp Við Hornunum", sum er føroyski áhugabólkurin innan tungmálmstónleik. Hesin áhugabólkur er m.a. eisini fyriskipari av einum felags túri fyri føroyingar til Wacken festivalin.