Sic skaraði framúr

Stóra hæddarpunktið fríggjakvøldið á AME-Føroyar í Norðurlandahúsinum var uttan iva framførslan hjá Sic, ið var seinasta framførslan á skránni. Tá var nakað av fólki savnað í salinum, ið annars ikki hevði verið serliga væl vitjaður hetta kvøldið. Talan var tó als ikki um nógv fólk. Tað er vert at bíta merki í, at nærum eingin av teimum trúgvu fjepparunum stóð frammanfyri pallin, sum tey annars altíð gera. Tey vóru ikki møtt up.

 

Teir fimm í Sic vóru komnir har fyri at vísa, at bólkurin undir røttu kørmum kundi liva upp til nógv róstu fløguna. Hetta megnaði Sic til fulnar.

 

Framførslur hjá Sic hava ofta verið merktar av ringum ljóði, men við frálíku karmunum í Norðurlandahúsinum fingu løgini lív. Melodisku pettini vóru vøkur, og hørðu larmandi pettini vóru átroðkandi, hørð og larmandi. Serliga trummuspælið hjá Magnusi var framúrskarandi. Rútmiska tilrætta leggingin av løgunum hjá Sic er ein sera stór styrki.

Mikkjal Gaard Hansen vísti enn einaferð, at hann er ein framúrskarandi oddamaður. Hansara rødd fevnir sera víða, og er líka innilig í frumrópunum og skrálunum, sum í vøkru sang pettunum.

Framførslan hjá Sic fall í góða jørð hjá fleiri av útlendsku gestunum, og tað skilst at okkurt áhugavert samband varð skapt.