Sic og The Dreams eru bólkar, sum fleiri av røttum hava sera góðar vónir um. Til dømis hevur bólkurin The Dreams tikið lut í kapping á MTV,
Sic og The Dreams eru á konsertferð og leygarkvøldið spæla hesir báðir bólkarnir í TB-húsinum á Tvøroyri.
Bólkarnir eru væl umtóktir millum ungfólk og eru eisini millum ungu føroysku bólkarnar, ið royna at fáa fótin fastan í uttanlands.
Talan er um diskotek og konsert og byrjað verður klokkan 23. Bussar koyra úr Vági og úr Hvalba klokkan 23:30 og kostnaðurin fyritiltakið er 120 krónur, siga fyrireikararnir.