Sic og Ineptus í Cippo

Tað hevur verið heldur stilt við livandi tónleiki í Cippo í eina tíð, men í kvøld verður spælistaðið karmur um eitt brak av eini rokk konsert, tá Sic og Ineptus fara á pall. Sic eru fløguaktuellir og allastaðni regna lovorðini yvir framúrskarandi útgávuna. Síðsta vikuskiftið var Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um henda bólkin. Tann konsertin var sera væleydnað, nú er tað mentanargøtan í Havnini Tórsgøta, ið er karmur um henda bólk, ið venur í somu gøtu, og hevur brýnt sítt hvassa ljóð her. Við sær hevur Sic ein annan Margarinfabrikk bólk, Ineptus. Bólkurin hevur í Fríða Bjørgvin ein sera sterkan oddamann. Hetta er ikki uttan orsøk, tí Fríði er sonur kanska navnframasta føroyska sangaran seinastu útvið 20 árini, Terja Rasmussen, og show genini hava gingið í arv.

Ineptus spælir tónleik, ið sambært Fríða er nokkso ringur at lýsa.

- Tað er nokkso ringt at lýsa okkara tónleik, tí at vit spæla mega harðan tónleik, og vit spæla eisini rættiliga friðarligan tónleik, sigur hann. Tó er harður rokkur rættiliga gjøgnumgangandi í hansara lýsing av bólkinum.