»Fighters They Bleed«, sum føroyski tungmálmsbólkurin SIC gav út í summar, telist sambært The NewReview millum ársins fløguútgávur. Tónleika heimasíðan hevur heitt á ummælarar sínar um at gera hvør sín topp-tíggju lista, og har er fløgan hjá SIC sloppin upp í part millum útgávur hjá bólkum sum Deftones, Blind Guardian og Fear Factory.
Tað var eisini eitt einastandandi gott ummæli, SIC fekk frá The NewReview, sum vit skrivaðu um fyrst í desember. »Fighters They Bleed« fekk 4,5 av 5 møguligum stigum við skoðsmálinum, sum segði, at fløgan var bæði fyrilitarleys, hóttandi og garrvill.
»Fighters They Bleed is a ruthless, menacing and absolutely savage record from start to finish that grabs a hold of you and never lets go«, skrivaði The NewReview millum annað. Nú hevur sami ummælari so kosið útgávuna at teljast millum ársins bestu.
The NewReview er ein tónleika heimasíða, sum í høvuðsheitum viðger harðan rock- og metaltónleik og leggur seg eftir, at ummæla og skriva um nýggjar og ókendar bólkar, men eisini hevur fingurin á pulsinum hjá teimum tungu dreingjunum, sum hava fingið fótin fyri seg á altjóða tónleika tindunum.