Sic á alnetinum

Á útgávuveitlsuni hjá Sic í Eclipse herfyri, avdúkaði bólkurin, at Sic í samstarvi við Eyðun Müller Thomsen arbeddi við at gera eina DVD útgávu.

Á youtube gevur Sic nú forvitnum fjepparum eina smakksroynd upp á DVD’ina. Ikki færri enn 9 filmfílar eru lagdar út. Her ber til at síggja nógv forkunnugt. Her eru konsertupptøkir, samrøður við bólkin, klipp úr eftirveitslum og frá upptøkunum av Pandemonium og fjas úr venjingarhølinum.
Á síðuni youtube.com/sicofficial ber til at vitja Youtube vangamyndina hjá Sic. Har liggja tey 9 filmklippini savnaði. Klippini eru ivaleyst mest fyri teirra mest trúføstu fjepparar, ið kunnu uppliva, t.d. hvussu bólkurin hitar upp til eina framførslu, hoyra teirra útgávu av ferðmálmi og nógv annað løgið.