SÍ vann sannførandi á Fleyr í oddadystinum, og KÍF vann 3-0 á TB

Hotel Djurhuus-deildin:


SÍ – Fleyr 3-0 (25-11, 25-13, 25-17)

 

Lítið flog var á Fleyr í oddadystinum í Sørvági í gjár, sum SÍ vann 3-0 uttan at sveitta.

 

SÍ fór tíðliga trý framum í fyrsta setti, og við fimm á rað gjørdist støðan 16-8, áðrenn SÍ vann settið 25-11.


Sama skil var í øðrum setti, har SÍ legði seg á odda 11-4 og 19-6, áðrenn settið varð vunnið 25-13.

 

Skjótt sást í triðja setti, hvønn veg tað bar, og 4-0 bleiv til 7-1 og 10-3, áðrenn SÍ vann settið 25-17.

 

Við sigrinum fór SÍ sjey stig framum Fleyr, á stigatalvuni, og vinnur Mjølnir trý stig í dystinum ímóti Drátti í dag, fer Mjølnir tvey stig framum Fleyr og hevur eisini ein dyst til góðar.

 

Sunnudagin um eina viku møtast Mjølnir og SÍ í Klaksvík. 

 

 

 

KÍF – TB 3-0 (25-20, 25-18, 25-14)

Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda við fimm stigum tíðliga í fyrsta setti, kom TB afturíaftur og javnaði til 13-13 og 16-16, men fýra eftir reyv á rað kostaði dýrt, og so vann KÍF sær aftur trygga leiðslu og síðan settið 25-20.

 

Søgan endurtók seg í øðrum setti, har TB fylgdi við til 11-11, fyri síðan at ganga aftur eftir hæli og tapa settið 25-18.

 

KÍF feyk avstað í triðja settið og legði seg á odda 7-0, og tann munurin bara vaks, so hvørt settið leið, til kollfirðingar høvdu vunnið 25-14.

 

Um eina viku vitjar KÍF Fleyr, og tá hevur KÍF møguleikan við sigri at minka um munin upp til Fleyr til einans tvey stig.

 

 

 

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

 

 

Nr.

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

 
 

8

 
 

18

 
 

22

 
 

2

 
 

Fleyr

 
 

8

 
 

6

 
 

15

 
 

3

 
 

Mjølnir

 
 

6

 
 

9

 
 

14

 
 

4

 
 

KÍF

 
 

8

 
 

-3

 
 

10

 
 

5

 
 

TB

 
 

7

 
 

-10

 
 

5

 
 

6

 
 

Dráttur

 
 

7

 
 

-20

 
 

0