Hotel Djurhuus-deildin:
TB – SÍ (17-25, 10-25, 19-25)
SÍ tók fyrstaplássið í Hotel Djurhuus-deildini í dag við sannførandi sigri á TB í Trongisvági.
Tað var bara í triðja setti, at TB bjóðaði av og var á odda fyrstu løtuna, men eftir 16-15 vann TB bara trý stig aftrat, og so vann SÍ settið 25-19.
Í fyrsta og øðrum setti hevði SÍ lagt seg framum 5-0, og eftir tað gekk bara ein veg, og SÍ vann settini 25-17 og 25-10.
Við sigrinum fer SÍ eitt stig framum Fleyr, sum tó hevur spælt ein dyst minni.
Dráttur – Mjølnir 0-3 (5-25, 17-25, 10-25)
Í gjár vann Mjølnir uttan himpr 3-0 á Drátti og styrkti um sína støðu á triðjaplássinum, eitt stig aftanfyri Fleyr og tvey aftanfyri SÍ.
Sum dystirnir hava gingið higartil í kappingarárinum, sær út til, at tað eru hesi trý ovastu, SÍ, Fleyr og TB, sum fara at kappast um tey tvey finaluplássini um føroyameistaraheitið.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
|
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
SÍ |
4 |
7 |
10 |
|
Fleyr |
3 |
8 |
9 |
|
Mjølnir |
4 |
4 |
8 |
|
TB |
4 |
-2 |
5 |
|
KÍF |
3 |
-5 |
1 |
|
Dráttur |
4 |
-12 |
|
Fleyr í evropeiskari kapping
Challenge Cup:
Tchalou – Fleyr 3-0 (25-8, 25-7, 25-9)
Mikukvøldið spældi Fleyr á útivølli í evropeisku kappingini Challenge Cup ímóti belgiska liðnum Tchalou, sum umframt teir belgisku leikararnar eisini hevur leikarar úr Póllandi, Italia, Kekkia og Ungarn. Og at liðið er krútsterkt, sæst eisini aftur í úrslitinum.
Ábendingar vóru beinanveg í fyrsta setti, hvussu dysturin kundi fara at hátta sær, tá Tchalou legði seg á odda 6-0, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Gongdin í øðrum og triðja setti var nakað tann sama, tó at Fleyr hevði eina líta vón um at fáa eitt frægari úrslit í triðja setti, tá Fleyr hevði lagt seg á odda 2-1. Men 10 stig á rað til Tchalou forkom vónini, og so endaði tað settið 25-9.
Í Fleyr siga tey kortini, at hetta var ein fantastisk uppliving: ”Ein full høll av áskoðarum, ið rúmaði umleið 1000 fólkum. Eisini høvdu tey eitt hornorkestur, ið spældi ígjøgnum allan dystin”.
Hósdagin 6. november kl. 19 verður returdystur í Havn. ”Komið og fyllið høllina!”, siga tey í Fleyr.
Mynd: SÍ
---------------------------------
Flogbóltssamband Føroya
---------------------------------











