Ein heildarætlan við eini null-hugsjón má vera endamálið
“Eg las í einum blaði í dag at tað eru so nógv børn sum hava tað ringt. Eg bleiv rættulig forfard. Tað er jú ikki á hvørum degi, at bløðini skriva nakað sum passar “ Orðini skal Astrid Lingren hava sagt, tá ið hon ein dagin las um tær vanlagnur nógv børn eru úti fyri.
Tøgnin er brotin- hvat nú ?
Eisini her hjá okkum eru vit blivin betri til at seta orð á truplar støður, og eitt gott dømi er opinleikin um siðamisbrot, sum tað ikki longur tykist vera tabu at tosa um. Og alt gott um opinleikan, men eg haldi tað vera uppá sítt pláss at fara meira seriøst til verka, og seta eitt miðvíset arbeiði í gongd, sum kann arbeiða fram móti eini null hugsjón á økinum. Gjøgnumgangandi fyri flestøll, sum traðka fram og siga sína søgu er, at tey ikki hava fingið nóg gott viðgerðartilboð, og í nøkrum førum onki tilboð um hjálp. Tí eru søgurnar í miðlunum í fleiri førum eisini neyðarróp, og einasti vegur at fara. Tað eiga vit ikki at góðtaka sum politiskur myndugleiki, men heldur taka uppgávuna á okkum um at gera alt vit kunnu fyri bæði at fyribyrgja kynsligum ágangi og veita hjálp til tey, sum eru rakt, og familjur teirra
Null-hugsjónin
Nógvir tættir skulu samvirka fyri yvirhøvur at nærkast hesum málinum. Vit mugu seta fyribyrgjandi átøk í verk, upplysa og kunna børn, foreldur og fakfólk sum eru um barnið, umfamt almenningin sum heild. Kunningin má taka støðið í bæði at læra at siga frá, at duga at síggja tekin, at vita hvussu man handferð mál o.s.fr. Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, sum tað tíbetur er sett hol á.
Siðamisbrot mugu ikki vera sosialt acceptera
Nógv dømi eru um børn og ung, sum hava gjørt vart við sína støðu, men ongin hevur trúð teimum. Nøkur hava beinleiðis sagt frá, onnur hava víst broyingar í atburði, sum ongin hevur megna at sett í samband við kynsligan ágang. Ár seinni, tá ið sannleikin kemur fram siga nógv, at tey vistu gott, at okkurt var áfatt. Og øll kenna til hugtøk sum barnalokkarir o.s.fr. Alt tekin um, at øll hava vitað, men ongin ella fá hava handlað. Tí kann man kanska loyva sær at siga, at tað partvís hevur verið sosialt acceptera. Hetta má broytast í stundini. Tey vaksnu hava ábyrgdina av at reagera, og politiski myndugleikin hevur ábyrgdina av, at lógarverk og hjálp eru skipað og tøk.
Fleiri 100 tals børn og ung hava verið fyri kynsligum ágangi
Gransking hjá Tóru Petersen vísir at 5,2 % av næmingum í 8 flokki hava verið fyri kynsligum ágangi. Hetta svarar til 36 børn. Man skal sjálvsag vísa fyrivarni við at yvirføra hetta tal á aðrar aldursbólkar, men hetta má vera ein greið ábending um, at vit hava við hundartals fólk at gera. 100 tals lagnur, sum eru merktar fyr lívið og, sum vit ikki hava verð nóg góð at taka okkum av. Men tað er ikki ov seint at byrja at gera nakað við tað. Og tað hava vit skyldu til.
Seinárin
Lagnurnar eru mangar og sjálvsagt ymiskar. Nøkur eyðkenni, sum kunnu vísa seg seinni í lívinum eru tunglyndi, sálarsjúka, vónloysi, vánaligt sjálvsvirði og sjálvsálit, misnytsla av rúsevnum, væntandi arbeiðsførleiki o.s.fr. Alt eyðkenni, sum kunnu invalidera viðkomandi og familjur teirra. Tí er veruliga brúk fyri góðari hjálp á øllum økjum. Hjá nógvum er tað eisini soleiðis, at nakrir avleiðingar av kynsligum ágangi rættuliga koma til sjóndar, tá ið viðkomandi er í øðrum truplum ella krevjandi støðum t.d, tá ið viðkomandi gerst foreldur. Á henda hátt kann kynsligi ágangurin ávirka og breiða seg gjøgnum generatiónir, um ikki hjálp verður sett inn.
Tíbetur eru tað fólk sum hóast sína vanlagnu kunnu fáa eitt gott og virkið lív. Men tey eru sjálvdan komin til tað uttan við hjálp og stuðli.
Eg trúgvi tí ikki fyrr enn eg síggi tað – eg síggi tað ikki fyrr enn eg trúgvi tí
Kanska hava vit vent tað blinda eygað til ? Kanska hava vit ikki duga at tulka tekin ? Kanska hevur tað bara verið ov sárt at tosa um. Ella kanska hava vit ikki trúð tí vit ikki hava sæð. Men veruleikin er júst øvugtur, vit síggja tað ikki fyrr enn vit trúgva tí. Tí skal eitt arbeiði framhaldandi gerast við upplysing, kunning, fyribyrging og viðgerð. Og tað má bera til at fáa gjørt eina heildarætlan, sum fevnir um allar tættir, og arbeiðir fram móti eini null-hugsjón á økinum. Alt annað er almennur umsorganarsvíkur.