Siðalæra og átrúðnaður

I hvønn mun hanga siðalæra og átrúðnaður saman? Hetta er ein fundamentalur spurningur, sum tykist serliga viðkomandi í samanhangi við tað orðaskiftið, sum valið av fýra limun í Siðseminevndini hevur ført við sær.

Valið av teimun nýggju limunum í Siðseminevndina hevur skapt stóran ans millum føroyingar flest hesa síðstu tíðina. Bløðini hava verið á tremur við viðmerkingum - bæði fyri og ímóti. Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Bill Justinussen, stendur við sítt, og løgmaður vil helst ikki gera meira við málið. Við øðrum orðum kunnu vit ásanna, at enn ein avgerandi samfelagsspurningur skal tigast í hel.
Eg vil ikki bera orðaskiftið inn á persónligu viðurskiftið teirra útvaldu, men tó seta spurnartekin við tað tilvildarliga faktum, at allir hesir limir hava samband við meira ella minni fragmenteraðar samkomur. Hetta tykist at verða tann reyði tráðurin, sum fær limirnar til at hanga saman sum eina heild, og tí tykist tað nærmast órímiligt at pástanda, at hetta ikki hevur spælt ein avgerandi leiklut í valinum av limunum. Í hvønn mun hetta kann sigast at vera ein demokratiskur (les etiskur) framferðaháttur, tá talan er um eina nevnd, sum helst skuldi kunna avspeglað føroysku fólkasamansetingina, kann mann kjakast um, men ikki her.
Tað, eg fyrst og fremst vil seta orð á, er sambandið millum siðalæru og átrúnað. Í hesum sambandi vil eg royna at grundgeva fyri, hví eg ikki haldi, at hesi fyribrigdi eru tengd av hvørjum ørðum, og kanska heldur tvørturímóti.

Átrúðnaligir úrmælingar
Tað er vanligur hugsannarháttur, at átrúðnaður og siðalæra hanga saman. Gudfrøðingar verða ofta hildnir at verða serfrøðingar á høgum stigi, hvat siðalæru viðkemur. Hetta er ongin løgin uppfatan, og tað eru í øllum førum tvær orsøkir til tess. Fyri tað fyrsta eru teir almenn umboð fyri ta kristnu læruna - og tí talurør fyri gomlu moralsku fyriskriftirnar, sum eru at finna í bæði Gamla- og Nýggja Testamenti. Harafturat er teirra leiklutur sum moralskt talurør djúpt rótfestur í gomlum (sið)søguligum viðurskiftum
Men sum tíðin er liðin, og alternativ til fólkakirkjuna eru vaksin fram, hava prætikantar av øðrum slagi eisini tikið ein bita av moralsku lagkøkuni, og hava tí sum kunnugt er, eisini beinleiðis samskifti við hægri instansar, sum kunnu geva boð um, hvat er rangt og hvat er rætt.

Kristin siðalæra
Innan kristna siðalæru eru tað serliga tveir hugsannarhættir, sum hava verið frammi: annar kallast The Divine Command Theory (DCT), og hin The Theory of Natural Law (TNL)
Tað skal sigast, at tann sokallaða DCT ikki hevur nógvar fortalarar í fakligum samanhangi, og eg skal í stuttum greiða frá hví.
Kjarnan í DCT er, at vit mugu liva eftir teimun reglum sum Gud hevur ásett okkum. Tað vil siga, at tað Gud krevur av okkum er moralskt rætt, og tað hann forbjóðar er rangt. Ein av fyrimununum kann tykjast at verða, at vit sum menniskju ikku nýtast at keglast um etisk viðurskifti, og reint visindaliga nýtist okkum ikki at spekulera um objektivitet.
Sum eg sipaði til omanfyri, eru tað tó nakrir trupulleikar við hesum ástøði. Fyri tað fyrsta er tað ringt at góðtaka hugsannarháttin, um tú ikki er trúgvandi. Fyri tað næsta kann mann seta spurningin: er boðið rætt tí Gud krevur tað, ella krevur Gud at vit yvirhalda boðið tí tað er rætt í sær sjálvum? Hesin spurningur hevur megi til at petta ástøðið sundur.
Um tú velur at svara spurninginum við at siga, at boði er rætt tí Gud krevur tað, merkir tað, at Gud eisini kundi kravt tað mótsatta enn tað, hann gjørdi - tí boðið er jú bara rætt, tí Gud krevur tað. Hetta viðførir meiningsloysi, og tí verður hetta svarið sjálvdan valt
Vit kunnu eisini velja at svara, at Gud krevur, at vit yvirhalda boðið, tí tað er rætt. Av tí at Gud er algóður, velur hann við vísdómi, og tí skulu vit yvirhalda boð hansara. Men hetta svarið viðførir eisini trupulleikar: við at siga, at Gud hevur valt boðið, tí tað er rætt, so viðganga vit samstundis, at tað finnist nakað, sum er rangt og rætt - óheft av Gudi. Hetta merkir, at vit ikki kunnu fáa endaligt svar um hví, og eru yvirlatin til trúnna.
TNL-ástøðið, sum mann oftast møtir í etiskum kjaki (td. alment viðurkenda siðalæran hjá katólsku kirkjuni), er meiri sannførandi, men sjálvur haldi eg ikki at tað er fullkomiliga vatntætt. Orsøkina til hetta skal eg koma inn á niðanfyri.
Grundleggjandi byggir ástøðið á ta hugsan, at heimurin er skipaður á skynsamiligan hátt, og at øll fyribrigdi tí hava eina orsøk og eitt endamál (telos). Hetta er ein gamal hugsannarháttur, sum stavar frá greskari heimsspeki.
Tær ?náttúrulógir? sum eru tengdar at hesari uppfatan, fortelja okkum ikki bara hvussu heimurin er, men eisini hvussu hann eigur at verða (hetta kallast innan heimspekina den naturalistiske fejlslutning). Hetta hevur stóran týdning fyri, hvussu vit meta um moralskt rætt og rangt: atburður kann verða natúrligur (rættur) ella ónatúrligur (rangur).
Tað síðsta, oftast dikteraða, elementi í TNL er, at vit, við at nýta skilsemi, sjálvi kunnu finna fram til besta mátan at bera okkum at. Tvs. at Gud hevur givið okkum skilsemi, so vit m.a. kunnu skilja millum rangt og rætt. Hetta kann tykjast sum ein langt meiri sannlíkur hugsannarháttur enn DCT, har tað góða og ónda ikki kundi skiljast rationelt. Við TNL hava vit harafturímóti fatur á einari tankagongd, har teir moralsku trupulleikarnir eru hálaðir niður á jørðina, og menniskja hevur sjálvt fingið ein avgerandi leiklut.
Sum eg við eitt sindur av speisemi peikaði á omanfyri, so kann ein av fyrimuninum við DCT sýnast at vera, at vit sum menniskju ikku nýtast at keglast um etisk viðurskifti. Hetta kann mann ikki siga um TNL, sjálvt um hetta ástøði í síðsta enda byggir á menniskjans skynsemi. Skynsemi vísir seg sjótt ikki at vera ein konstantur, men heldur eitt tilvildarligt fyribrigdi, sum ávirkast av okkara persónligu meiningum.

Frávíkjan ein synd
Av tí at tankin um tað náttúrliga og tað ónáttúrliga er ein av grundsteinunum í TNL, hevur henda læran ofta verði nýtt til at fordøma frávíkjarar av ymiskum slagi. Tann katólska fordømingin av samkyntum er eitt dømi uppá júst hetta. Alt hevur sum sagt eitt náttúrligt endamál, og tí er kynsligt virksemi, har endamálið ikki er produktivt, rætt og slætt ikki náttúrligt, og tí skeivt - og harvið er fordømingin av samkyntum fullgjørd.
Hetta er í mínari verð, eitt gott dømi um, hvussu eitt ástøði sum í síðsta enda eigur at byggja á skynsemi, kann nýtast sum ein irrationellur maktfaktorur, bæði í átrúnarligum og politiskum samanhangi.
Orsøkin er, at vit øll hava eina rúgvu av meiningum og hugsanum, sum vit taka við okkum, tá vit skulu taka støðu til ymisk viðurskifti. Hesar meiningar kunnu tykjast at verða fullkomiliga rættar fyri tann, ið eigur tær, men fyri ein annan persón kunnu tær tykjast óskiljandi, av tí at tær eru sprotnar úr einari heilt aðrari tankagongd, enn hesin persónur kann taka undir við.

Siðsemi í 2002
Av tí at heimurin útviklar seg, við tí ferð hann ger, verða vit noydd til at laga okkara hugtøk eftir teimun umstøðum, ið eru galdandi. Hetta merkir, at vit verða noydd til at vera opin og góðtaka, at tey orð, sum vóru hóskandi fyrr, ikki eru tað í dag.
Tað er í hesum samanhangi, at átrúðnaður kann, og eg meini kann, verða ein forðing á etiska økinum. Átrúnaður er í stóran mun konservativur av tí, at hann hevur uppruna í einari gamlari heimsuppfatan, har m.a. rangt og rætt er høgt inn í stein. Tað er talan um ein avbyrdan alheim, har sannleiki verður kanaliseraður gjøgnum Orðið. Tí kann mann taka patent uppá Sannleikan, og hetta ger tað ringt at flyta mørk, tá mótstøðumaðurin stendur við Bíbliu í hond. Og siðsemi snýr seg nevniliga eisini um at flyta mørk, men á ein siðiligan og skynsaman hátt.
Hetta er høvuðsorsøkin til, at eg meini, at tað skal vera pláss fyri fólki, sum ikki hevur tilknýti til ymiskar samkomur í einari nevnd sum Siðseminevndin. Við hesum er ikki sagt, at tað ikki eisini skal verða pláss fyri fólki við átrúnarligari sannføring í hesari nevnd. Men tað er umráðandi, at vit menna siðsemisorðaskiftið í tráð við teir realitetirnar, sum eru galdandi í einum nýmótans samfelagi ár 2002, og ikki eftir persónligari sannføring, sum botnar í 2000 ára gomlum siðaarvi.