Kia Shuma er ein rúmligur bilur í miðalklassanum. Í mun til Sephia, ið kom á marknaðin í 1998, er Shuma ein heilt annar bilur at koyra. Koyrieginleikarnir eru munandi betri, og nú eru skivubremsur við øll 4 hjólini. Eisini eru setrini meira sportlig og stútt at sita í, eisini við nógvari ferð í svingum. Motorurin er ein nýggjur 1.6 litur 16V við 101 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t uppá 11,5 sek. og toppferðin er 186 km/t. Shuma fæst eisini við automatiskum girum.
Nógvar broytingar
At síggja til eru eisini nakrar broytingar. Framman er alt nýtt, forlyktirnar eru í klárum glasi og tokulyktirnar eru innbygdar í kúfangaran. Umframt setrini eru eisini aðrar broytingar innan. Á instrumentborðinum er nútímans alu-look, ið sær smart og sportligt út, saman við nýggju setrunum. Eisini á trygdarøkinum er alt sum tað skal við t.d. dupultum airbag og fimm nakkapútum. Bilurin, ið hevur 3 ára garanti, er væl útgjørdur við el-síðurútum og el-síðuspeglum við hita, umframt sentrallás og CD spælara við 6 hátalarum, 12 volt stikk í viðførisrúminum, 2 trippteljarar, sólbrilluhaldara og kopphaldarar.
?????????
Kia Shuma 1.6 LS Hatchback
Motorurin4 syl. 1.6 litur 16V við 101 hk
0-100 km/t11.5 sek
Bensinnýtsla12,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd185/65-14
Stødd og vekt:
Longd452,5 cm
Breidd172,0 cm
Hædd141,5 cm
Eginvekt1100 kg
Viðførisrúm440 litrar
Prísurkr. 156.800,-
SøluumboðP/f D.B.Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600










