Shu-bi-dua gleða seg til stóra konsert í Føroyum

- Tað er nakað heilt serligt at spæla í Føroyum, siga tónleikararnir í bólkinum, Shu-bi-dua, sum gleða seg at koma aftur til Føroya at spæla.

 

Leygarkvøldið hin 25. november spæla Shu-bi-dua 2.0 stóra 50 ára jubleumskonsert í Høllini á Hálsi í Havn. Teir hava spælt fleiri konsertir í Danmark og vildu sleppa til Føroya at spæla øll tey stóru hittini eina ferð aftrat.

 

Tónleikararnir í Shu-bi-dua hava áður spælt í Føroyum, og teir halda, at tað er nakað heilt serligt.

 

– Ein av teimum konsertunum, sum vit oftast tosa um, var, tá vit vóru í Føroyum og spældu. Tað var ótrúliga gott lív í. So, vit gleða okkum at koma aftur til Føroya at spæla, sigur Jørgen Thorup, sum í 40 ár hevur verið partur av Shu-di-dua.

 

Nú er hann sangari í bólkinum.

 

Saman við Shu-bi-dua 2.0 spæla eisini Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á atgongumerkjum, sum kunnu keypast á heimasíðuni www.atgongumerki.fo

 

 

 

Her kanst tú síggja video-samrøðu við Jørgen Thorup og Michael Hardinger um at koma aftur til Føroya at spæla: https://youtu.be/CBoNLftGst8