Showtime í Fólkaflokkinum

Burtursæð frá skilagóðu avgerðini hjá Anfinni Kallsberg, um at lata næsta mann á listanum koma á ting – helst orsakað av væntandi nývali – so var restin av tíðindafundinum hjá Fólkaflokkinum mikudagin 19. januar ein stórur glantrileikur.

Nú skuldi Fólkaflokkurin knappliga vera meira ábyrgdafullur samanborið við hinar flokkarnar í samgonguni og sýna sanna ábyrgdarkenslu við teimun, ið vórðu rakt av skerjingum samgongunar, við at flokkurin "hokus pokus" bara nýtist at hava tvey fólk í landsstýrinum.
Tí sum formaðurin segði eftirfylgjandi: ”Vit í Fólkaflokkinum hava bert tvey sett av klæðum, tað eru arbeiðsklæðir og seingjaklæðir”.
Sera skemtiligt. Maka til orðavavstur og sjóforkláringar, sum fólkafloksformaðurin kom við fyri at rættvísgera eitt politiskt bluffnummar, tað skal ein leita leingi eftir. Harra gud, hesin sami maður, sum fyri nøkrum krákumánaðum síðan undir miklum miðlarokið setti ein aðalstjóra í starv, vísir seg nú við enn einum bluffnummari.
Og ein kann í dag spyrja, hví hann partú skuldi seta ein aðalstjóra, um hann nú hevur ætlanir um, at niðurleggja sítt egna starv og leggja Uttanríkisráðið undir Fiskimálaráðið. Tí, um so er, er ikki tørvur á nøkrum aðalstjóra í Uttanríkisráðnum. Og er tað ikki tað, Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin ætla, so er bluffnummarið bara tað størri. Tí alt hansara tos um rasjonaliseringar gevur onga meining, um tað bara er EITT fólk, landsstýrismaðurin, sum skal úr Uttanríkisráðnum. Og vit hava longu hoyrt í miðlunum, at hann framhaldandi fer at fáa løn sum landsstýrismaður.
Men sjálvandi, hvat sakar tað, um hann sum táverandi varaløgmaður stovnaði eitt aðalstjórastarv, sum í minsta lagi kostar skattgjaldarunum 50.000 krónir um mánaðin? Og hvat sakar tað, um sami skattgjaldari skal gjalda fyri tað, um aðalstjórin verður uppsagdur, men sum tænastumaður fær løn í 3 ár – kanska útvið tvær milliónir krónur? Og hvat sakar tað, um sami skattgjaldari kemur at gjalda fólkaflokksformanninum bæði løgtings- og landstyrisløn, minst 80.000 krónir um mánaðin, meginpartin av hesum árinum? Og havt sakar tað, at Javnaðarflokkurin telefoniskt fekk boð um tíðindafundin bert nakrar minuttir, áðrenn hann byrjaði? Og hvat sakar tað, at Jørgen Niclasen dregur okkara løgmann uppá tráð, soleiðis at løgmaður, sjálvt um hann hevur styrisskipanarlógina at ganga eftir, av fólkafloksformanninum verður brúktur sum jarnbrot í einum heilt óhugnaligum politiskum spæli um at vinna sær atkvøður, samstundis sum Jørgen Niclasen kalt og kyniskt leggur upp til nýval?.
Við hesi avgerð løgmans er alt álit veljarans á poltiska systemið fokið, tí nú kunnu flokkarnir í samgongu bara hvør sær heita á løgmann, um at til dømis tvey landsstyrisfólk í einum flokki leggja størvini niður, soleiðis at eitt triðja landstyrisfólki kann taka sær av teirra málsøkjum. Eg veit ikki, um ein kann kalla tað anarki, men tað er tætt við.
Kanska er tað næsta, vit frætta, at løgtings- og landstýrisfólk Fólkafloksins lata helvtina av lønini aftur í landskassan, tí so fara tey heilt vist at fáa nakrar atkvøður til høldar. Men um tey vænta tað sama við hesum bluffnummarinum, so munnu tey halda, at føroyski veljarin er skítbýttur.