Showmenn sprella á páskum

Fríggjakvøldið spæla Showmenn til dans í Rex, tá dyrnar lata upp á midnátt, og teir spæla alla náttina, skrivar byin.fo Eisini leygarkvøldið verður tónleikur, men í staðnum, men tá verður talan um meiri friðarligan tónleik við Kim Hansen og klaveri og Jens Marna Hansen á gittar.

Við síðuna av, í Eclipse, taka tveir plátuvendarar sær av páskatónleikinum. Fríggjakvøldið verður tað Dj Rúni Kjær, ið vendir plátur, meðan DJ Eddy stendur fyri tónleikinum 2. páskakvøld, sambært heimasiðuni byin.fo