Andriy Shevchenko fer nú aftur til felagið, har hann av fyrstan tíð vann sær status sum ein tann besti áleyparin í Europa. Shevchenko var annars eitt av heilt stóru keypunum hjá Chelsea, sum í 2006 legði £30 milliónir á borðið hjá Milan fyri at fáa ukrainsku stjørnuna, sum tá hevði spælt í sjey ár í Milan. Tíðin í Chelsea hevur tó verið alt annað enn ein dansur á rósum hjá nú 33 ára gamla Shevchenko, sum einans skeyt níggju mál í 48 Premier League dystunum fyri felagið. Og heldur ikki ein leigusáttmáli við Milan varð eydnan í farna kappingarári. Nú hevur Shevchenko so gjørt tvey ára sáttmála við Dynamo Kiev, har hann vann fimm meistaraheiti á rað, áðrenn hann í 1999 skifti til AC Milan.