Kaðalin, ið bindur Føroyar við umheimin innan telesamskifti er slitnaður. Hetta váttar Páll Vesturbú, stjóri á FT-net Eitt skip hevur helst rakt Shefa-2 kaðalin, hóast tað ikki kann sigast við vissu. Men staðfestast kann, at kaðalin óvirkin
Hetta skuldi sambært Føroya Tele ikki merkt brúkaran, tí Cantat-3 og Farice kaðalin kunnu nýtast, men Páll Vesturbú vil ikki pástanda, at tað als ikki kemur at merkja ferðina hjá internetbrúkarum í Føroyum.
Greitt er, hvar kaðalin hevur fingið skaða, og sambært Páll Vesturbú, kann hann vera gjørdur um umleið eina viku.









