Í eini atkvøðugreiðslu hjá Skysports er Alan Shearer favorittur til at gerast nýggjur venjari hjá Newcastle. Kevin Keagen rýmdi herfyri úr felagnum eftir ósemju við nevndina, og síðani hevur Chris Houghton verið fyribils venjari. Tað sigst, at átta venjarar longu hava sagt nei til Newcastle, og tað hevur sett Shearer í eina enn sterkari støðu.