Shay Given verður ikki við aftur í ár

Nógv talar fyri, at Gunnar Nielsen kemur at verja málið hjá Manchester City teir seinastu tríggjar dystirnar í Premier League hetta kappingarárið.

 

City tekur ímóti Aston Villa leygardagin 1. mai. Mikukvøldið 5. mai tekur City ímóti Tottenham. Sunnudagin 9. mai spælir City á útivølli ímóti West Ham.

 

Venjarin hjá Manchester City viðgongur, at hann harmast um, at Shay Given er skaddur, men hann ásannar, at skaðar kunnu altíð koma fyri.

 

Venjarin hevur góð orð at bera Gunnari Nielsen: - Gunnar came on and did very well. Gunnar kom inn og gjørdi tað sera gott.

 

Roberto Mancini leggur herðslu á, at allir spælarnir mugu verða 200 prosent til reiðar.

 

Kolo Toure var eisini nøgdur við avrikið hjá Gunnari: - I think the second goalkeeper did really well. Eg haldi, at eykamálverjin kláraði tað væl.

 

Økslin hjá Shay Given er farin úr lið, og Stuart Taylor stríðist við at koma fyri seg, aftaná eina skurðviðgerð í knænum.

 

So borðreitt er fyri meiri føroyskari fótbóltssøguskriving komandi vikuskiftið.