Shawcross á landsliðið

Tað gekk ikki meira enn ein tími eftir dystin, har Ryan Shawcross hjá Stoke breyt beinið á Arsenal spælara og bleiv útvístur, til hann varð tikin út til enska fótbóltslandsliðið. Shawcross er ein av spælarunum, sum skal royna seg í dystinum hjá Onglandi ímóti Egyptalandi á Wembley í næstu viku. 22 ára gamli Shawcross er sterkur verjuspælari, sum nú kann fáa sín fyrsta landsdyst fyri Ongland.