Shark Atlantic fyri fimtu ferð

Fiskikappingin eftir hemara byrjaði í 2005, og í ár verður tað Føryskir Havfiskarar, sum standa fyri kappingini. Men tað verður kortini framvegis Magni Blástein, ið verður kappingarleiðari

Fisking á havinum við tráðu hevur vundið meiri og meiri upp á seg seinastu árini, og nú eru eftir hondini so nógvir mans áhugaðir í hesum frítíðarítrivi, at gjørt varð av at stovna eitt felag, Føroyskir Havfiskarar.

- Tað var Heini Weihe, sum í 2007 skipaði fyri einum fiskitúri við Norðlýsinum. Vit vóru einir 14 mans við hendan túrin, sum gekk einar fjúrtan fjórðingar vestur úr Sandoynni, og tá varð avgjørt, at stovna eitt havfiskarafelag, sigur Charles Olsen, sum sjálvur er formaður í felagnum.

Ein annar nevndarlimur er Magni Blástein, sum fyri fyrstu ferð skipaði fyri fiskikapping eftir hemara í 2004/05.

Eftir felagið varð stovnað var mett høgligari, at sjálv kappingin lá undir felagnum, men framvegis verður tað Magni Blástein, sum vegna felagið hevur høvuðsábyrgdina av hemarakappingini.

- Felagið skipar eisini fyri øðrum kappingum enn Shark Atlantic. Eitt nú skipa vit á hvørjum ári fyri einari kapping, har tað ræður um at fáa størsta fiskin. Hetta er ein dagkapping, sigur Charles Olsen.

 

Altjóða limaskap

Eftir at Føryskir Havfiskarar varð sett á stovn, hevur felagið søkt um og fingið limaskap í europeiska felagnum, EFSA. European Federation of Sea Anglers, sum felagið eitur, hevur altjóða reglur at ganga eftir, og tað eru ehsar somu reglur, sum eru galdandi fyri hemarakappingina.

- Tað er neyðugt hjá okkum at fylgja altjóða reglunum, tí annars ber ikki til at skráseta ella sláa nøkur met, sigur Charles Olsen.

Av reglum í sambandi við Shark Atlantic kunnu nevnast, at bert er loyvt at fiska við tráðu. Tað kunnu brúkast tveir húkar, men tá má fjarstøðan ikki verða meiri enn 15 cm millum húkarnar. Brotstyrkin á línuni má ikki verða størri enn 60 kilo, og verður wirur brúktur, má hann í mesta lagi vera níggju metrar.

- Tað er heldur ikki loyvt at hjálpa veiðimanninum at fáa hemaran inn. Tú kanst hjálpa honum at fáa selar upp á, men hann má sjálvur baksa hemaran at borði, sigur Charles Olsen.

Hann sigur, at fyrimunurin við at hava altjóða limaskap er, at tað nú ber til hjá føroyingum at skipa fyri altjóða fiskikappingum í Føroyum.

Metið fyri hemara fingnan á tráðu í Føroyum er 229 kilo.

 

Vaksandi áhugi

Hóast hetta bert er fimtu ferð, at skipa verður fyri Shark Atlantic, so vísir tað seg, at áhugin fyri hesum ítrivi er stórur og alsamt vaksandi.

Fyrsta árið vóru bert heilt fáir, sum vóru við í kappingini, men talið er vaksið ár undan ári.

- Tað vísir seg eisini, at fólk steðga á, tá okkurt er áfatt í Vágsbotni. Fólk fregnast, antin tað so er hemari, kalvi ella onkur meiri vanligur fiskur, ið er at síggja á fiskatorginum, sigur Charles Olsen.

Tíðin, ið nú kemur, er rættiliga góð til hemara.

- Hann heldur til millum oyggjarnar hesa tíðina, og dámar væl á streymasjógvi, har nóg mikið er til av føði, sigur formaðurin í Føroyskir Havfiskarar.

 

Stytt tíðina

Nú Føroyskir Havfiskarar fyri fyrstu ferð skipa fyri Shark Atlantic, hevur felagið gjørt av at stytta kapingartíðina.

- Hini árini hevur kappingin rokkið yvir fýra mánaðir frá november til februar. Men fyri at gera kapingina meiri spennandi og intensa, hava vit valt at skipa hana frá 1. november til 1. desember. Tað er eisini ein sannroynd, at hemarin er millum oyggjarnar hendan mánaðin, og at hann tekur rættiliga væl hesa tíðina, sigur Charles Olsen.

Kappingarreglurnar seta onga avmarking á, hvat kann nýtast til agn, og seiður, makrelur og annar fiskur er nógv nýtt. Heldur ikki er nøkur áseting um, hvar hemarin kann veiðast, sjálvt um hann eyðvitað má fiskast í føroyskum sjógvi.

Skuldi tað kortini hent seg, at ongum eydnast at fáa ein hemara innan fyri ásetta tíðarskeiðið, kemur sonevnda »golden goal«- reglan í gildi. Tað vil siga, at tann, sum fyrst fær ein hemara eftir útrunnið tíðarskeið, er vinnarin.

- Boðast skal sjálvandi frá, tá ein hevur fingið ein hemara, og hann skal vigast á góðkendari vekt, fyri at kunna skrásetast, sigur Charles Olsen.

Hann heldur annars, at væl er til av stórum fiski í ár, og hann hevur sjálvur verið við til at fáa 27 punds tosk í fjørðinum, eins og 22 punds upsar fáast heilt inni undir landi.

- So tað sær gott út í so máta, sigur Charles Olsen.

Neyðugt er eisini at melda seg til kappingina, og skal hetta gerast dagin fyri, at farið verður at fiska. Meldast kann til hjá Magna Blástein á tlf. 581582, ella á magniblastein@kallnet.fo.

- Eru fyrispurningar viðvíkjandi kappingini, kunnu hesir setast á sama telefonnummari ella mail-adressu, siga fyrireikararnir.