Shaki aftur til HB

Í kvøld boðar HB frá, at landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, kemur aftur til barndómsfelagið, HB.

Hann fór sum ungur niður at spæla við Brøndby, har hann millum annað fekk spælitíð í Superliguni. 


Í 2014 var René eitt skifti aftur í HB, har hann náddi 40 dystir í bestu deildini, áðrenn boð vóru eftir honum í Vendsyssel. Í 2017 gekk leiðin síðani til Grindavík í Íslandi, har hann hevur spælt til nú.

Í stuttari viðmerking heimasíðuna hjá HB, sigur René seg ver spentan upp á at koma heim aftur, og gleðir hann seg at lata seg aftur í reyð-svørtu troyggjuna.

- Vit í HB eru sjálvsagt fegin um at fáa hann heim aftur, og gleða okkum somuleiðis at síggja hann aftur í reyðum og svørtum, boðar felagið frá á heimasíðuni.