Tað eru í dag 50 ár síðani, at LP plátan Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band hjá The Beatles kom út.
Tað var í 1967, at The Beatles meira var ein bólkur, ið helt til í upptøkuhølunum, enn á palli. Og teir arbeiddu saman við framleiðara teirra, George Martin, í upptøkuhølunum við teim nýggju møguleikum, sum tøknin hevði at bjóða, umframt at menna tónleikaleiðina.
Úrslítið varð, at í 1967 kom útgávan, sum av mongum verður rópt fyrsta konsept útgávan. Og ikki eru tey mong sum munnu mótmæla, tá sagt verður, at útgávan heldur enn tann dag í dag og stendur stinn. The Beatles vóru slóðarar.
Ein hin størsti varðin innan nýggjara tónleikin. Útgávan vísti nýggjar leiðir, og heimurin var ikki hin sami.
The Beatles gavst sum bólkur í 1970.