Ísfiskatrolarar góðan fiskiskap

Í seinastuni hevur verið at hoyrt um fleiri ísfiskatrolarar, sum hava gjørt góðar túrar á upsaveiði. Í gjár landaðu Safir og Smaragd eina góð last í Klaksvík, tá skipini vóru full undir lúkurnar. Heimasíðan hjá Norðlýsinum veit at siga, at Safir og Smaragd høvdu 240.000 pund tilsamans, og at meginparturin av veiðini var upsi.

Skipini hava verið úti í eina góða viku, men hava mist fiskidagar, tá líkindini vóru vánalig. Skipini hava fiskað í einar fimm dagar tilsamans.

Reiðarin, Tummas Antoniussen, sigur við heimasíðuna, at fiskiskapurin eystanfyri er sera góður í løtuni, og at skipini ætlandi loystu aftur longu sama kvøld, sum tey løgdu fiskin upp til fiskavirkið á Kósini.

Í samrøðuni letur Tummas Antoniussen væl at tænastuni, sum tey fáa á Kósini.

- Vit hava fingið framúr góðar treytir, og prísurin fyri upsan hevur verið brúkiligur, umleið 9 krónur fyri kilo, leggur hann aftrat.

12 mans eru við Safir og Smaragd hvønn túrin, og haraftrat eru einir tríggir mans knýttir at skipunum.

- Tað er javnan, at menn ringja og biðja um at sleppa við, sigur reiðarin við nordlysid.fo