ÍSF ætlar sær Oyggjaleikirnar í 2021

Ítróttarsamband Føroya ætlar at hýsa Oyggjaleikunum í 2021. Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, dylir hinvegin ikki fyri, at føroyskur ítróttur hevur ikki neyðugu karmarnar í løtuni. Tað verður neyvan nakar trupulleiki við gisting, men ítróttarligu umstøðurnar eru ikki nøktandi.

Forsetin vísir á, at oyggjarnar, sum ikki hava umstøður at spæla golf, skulu ikki vænta sær leikarnar. Karmarnir at spæla tennis og at skjóta eru heldur ikki nøktandi.

Petur Elias Petersen vísir eisini á, at kappingin um at fáa leikirnar er stór.