Spurnarblað varð um vikuskiftið sent einstøku limafeløgunum í ÍSF.
– Vit vilja vera dagførd, og tí lodda vit dýpið hjá feløgunum, sigur Petur Elias Petersen, sum er forseti í ÍSF.
Tað verður nú heitt á føroysku ítróttarfeløgini at svara spurningum um umsitingarligu og fíggjarligu avbjóðingarnar komandi árini.
ÍSF metir, at tað er av stórum týdningi at hava slík hagtøl at vísa á fyri politisku myndugleikunum.
Umráðandi
Petur Elias Petersen er sannførdur um, at tað fer at gagna ítróttinum.
Millum spurningarnar eru, um tað er truplari at fáa nevndarlimir og fíggjarligu endarnar at røkka saman.
– Vit vita, at tað verður lagt eitt ótrúliga stórt sjálvboðið arbeiði í ítróttarfeløgini. Tað eru bara fótbólturin, og einstakir spælarar og venjarar í hondbólti, sum fáa løn fyri sítt stríð. Krøvini eru eisini harðna munandi seinnu árini. Tí mugu vit vita, um føroyingar eru eins sinnaðir at nýta tíðina í ítróttarfeløgum, ella um tað er truplt at fáa nevndarlimir og annað. Tað mugu vit fáa greiðu á, sigur Petur Elias Petersen.
Endamálið er somuleiðis at fáa skrásett, hvussu nógvir føroyingar fáast við ítrótt, og hvussu stór orku verður lagt í ítróttararbeiðið kring landið. Talan er um íðkandi, venjarar, leiðarar og onnur.
Feløgini verða spurd, hvørjar avbjóðingar, tey meta eru hinir størstu, og tey verða biðin um at gera eina meting av avbjóðingunum, sum komandi árini fara at hava við sær.
Vísa myndugleikunum
Tað er umráðandi at hava greið hagtøl at vísa á, um Ítróttarsambandið fer at togast við politisku myndugleikarnar.
Ítrótturin fær sera stóra rúmd í Føroyum, og tað eru bara fyrimunir, um tú hevur tøl, sum vísa, hvussu stór orka verður løgd í ítróttin.
– Vit skulu eisini hava fingurin á pulsinum, og vita, hvønn veg føroyskur ítróttur flytir seg. Við hesum fáa vit greið tøl, sum siga, hvørjum vit skulu arbeiða við, sigur Petur Elias Petersen, sum er forseti í ÍSF.
Ætlanin er, at úrslitið av kanningini er klárt í heyst.