Tað er ikki á hvørjum degi, at politisk framsøgufólk fara úr einum flokki í annan, men tað hendi í Danmark í gjárkvøldið, tá Jesper Petersen boðaði frá, at hann hevði sagt seg úr SF og var farin upp í sosialdemokratiska flokkin.
Tann 31 ára gamli Jesper Petersen hevur verið limur í SF í 16 ár og fólkatingsmaður tey seinastu fimm árini.
Tá formansval var í SF í fjør, var Jesper Petersen talsmaður fyri at velja Astrid Krag, heilsumálaráðharra til formann. Men flokkurin valdi Annette Vilhelmsen, og Jesper Petersen sigur nú, at hann hevur umhugsað sína støðu síðani.
-Tað fekk meg til at hugsa um viðurskiftini, og eftir tað, sum er hent síðani, havi eg staðfest, at á nøkrum økjum eri eg ósamdur við mín gamla flokk, sigur fyrrverandi SF-framsøgumaðurin við danska kringvarpið.
Jesper Petersen er ikki tann einasti, sum fer burtur úr SF. Emilie Turunen, sum umboðar SF í Evropatinginum, og fyrrverandi fólkatingskvinnan Nanna Westerby hava eisini boðað frá, at tær hava meldað seg upp í sosialdemokratiska flokkin.
SF hevur staðið seg sera illa í teimum seinastu meiningakanningunum, og politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at við hetta lag kann SF følna burtur sum flokkur