ÍSF hevur verið við í viðgerðini

Løgmaður sigur tað verða ósatt, tá ið Heðin Mortensen sigur, at ÍSF ikki hevur verið hoyrt í viðgerðini av útlendingamálinum

Í greinini oman fyri sigur ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, at ítróttarsambandið als ikki er hoyrt í útlendingamálinum, men hetta avvísir løgmaður. Jóannes Eidesgaard sigur, at ÍSF hevur verið á fundi við landsstýrismannin í innlendismálum, og harafturat hevur leiðslan í ítróttarsambandinum umrøtt málið á fundi við løgmann.

Skilir væl støðuna hjá ÍSF
Løgmaður sigur seg tó væl skilja støðuna hjá ÍSF, men hann sigur, at landsstýrið noyðist at røkja áhugamálini hjá øllum partum, og so royna at finna ein gyltan millumveg. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein mótpartur eru arbeiðarafeløgini kring landið, og tey vilja sjálvsagt ikki hava, at útlendingar koma hagar og taka arbeiði frá limunum hjá sær.
Vit skulu royna at finna eina kós, sum allir partar kunnu liva við, sigur Jóannes Eidesgaard, og tað meta vit, at vit nú hava gjørt við tí uppskotinum, sum vit hava sent donsku myndugleikunum til viðgerðar.
Jóannes Eidesgaard sigur seg væl skilja, at útlendingarnir hava stóran týdning í nógvum feløgum, og hann sigur seg verða samdan í, at útlendingarnir hava hækkað støðið í eitt nú hondbóltinum og flogbóltinum her á landi.

Trupult mál
Talan er um eitt ógvuliga trupult mál, tí útlendingalóggávan er ein lóg, sum forðar og ikki letur upp, sigur løgmaður. Hann sigur, at sambært lógini skulu tað verða heilt serlig viðurskifti, ið tala fyri, at ein útlendingur fær arbeiðs- og uppihaldsloyvi her á landi, og hon nevnir als ikki ítróttarfólk, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað hevur bara verið siðvenja, at tey hava fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sigur løgmaður, men hetta er ein trupulleiki við tí vaksandi arbeiðsloysinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur fingið eina formella klagu frá ÍSF, og hana fer hann sjálvsagt at svara upp á og greiða frá málinum, soleiðis sum landsstýrið sær tað.