ÍSF heiðrar ítróttarfólki leygarkvøldið

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið klokkan 19.30

ÍtróttaFAGNAÐURIN, sum er árligt tiltak hjá ÍSF, verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum klokkaan 19.30, har millum annað røður, heiðurslønir, undirhald og áhugaverd innsløg eru á skránni, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

- Tiltakið er eitt afturvendandi høvi at steðga á og virðismeta ítróttin, sum hevur so sera stóran týdning fyri heilsu og trivnað, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Seks heiðurlønir verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM. Tey tilnevndu til ÍtróttaNAVNIÐ eru svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, norðurlendskur meistari í 800 frí, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld.

Í uppskoti til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020 eru Samuel Johansen Chukwudi úr HB, Hákun West av Teigum, sum spælir í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag, sum eisini er Danmarkarmeistari,

Guðrið Krosslá Augustinus úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaFYRIMYNDIN 2020.

KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya, ið er menningarsamband undir ÍSF, eru tilnevnd til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2020.

Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru í uppskoti at fáa heiðurin ársins ÍtróttaÁTAK.

Harumframt virðismetir ÍSF ólønta og sjálvbodna arbeiðið á serstakan hátt við Heiðursskjali Poul E. Petersen, ið verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt. Hesin heiðursmóttakarin verður avdúkaður leygarkvøldið.

Mynd:

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, ÍtróttaNAVNDIÐ 2019: Sverri Nielsen, Heiðursskjal Poul E. Petersen: Súsanna “Ussa” Hansen, ÍtróttaFYRIMYNDIN 2019: Høgni Kunoy Dávason, Ítróttafelagsskapurin 2020: Taekwondosamband Føroya, Vivian Guðjonsson, ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2019: Elias Ellefsen á Skipagøtu, abbi Elias Ólavur á Skipagøtu tók ímóti viðurslønini, ÍtróttaÁTAKIÐ 2019: Eydnudeild Føroyar, Morten Huust Petersen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.