ÍSF fingið nýggja heimasíðu

Í eina tíð hevur Ítróttasambandið havt egna heimasíðu, men sambært ÍSF hevur henda tó ikki virkað eftir ætlan.

Upplýsingarnir, sum verða á nýggju síðuni, eru teir somu, sum vóru at síggja á teirri gomlu, men bygnaðurin av síðuni er heldur øðrvísi.

Hetta skal tryggja, at tað gerst lættari og greiðari at fáa fatur á viðkomandi upplýsingum, og vónar ÍSF við hesum, at tørvurin hjá teimum vitjandi verður betri nøktaður.

Ætlanin er annars, at síðan skal útbyggjast og dagførast støðugt, soleiðis at hon altíð er »eina vitjan verd«, sum tikið verður til í tíðindaskrivinum frá ÍSF.

Síðan finst nú sum áður á www.isf.fo