Seymistovan á pall á Strondum

2. páskakvøld verður leikurin Seymistovan at síggja á palli í Bygdarhúsinum á Strondum. Talan er um leik, ið eisini inniheldur sang. Ung og eldri teljast millum leikararnar og elsti leikarin er á palli fyri fyrstu ferð, hóast farin um tey seksti

 

Sjónleikur


Bygdarhúsið á Strondum verður 2. páskakvøld karmur um framførslu av leikinum Seymistovan. Strandingar fara á pall, men leikarar eru eisini av Skála, úr Skálabotni og Hvalvík.

Leikurin hevur áður verið á føroyskum palli. Í sjeytiárunum leikti Havnar Sjónleikarfelag leikin, ið upprunaliga er íslendskur.


Fleiri søgur

Ria Tórgarð hevur leikstjórnað, nú strandingar hava sett sær fyri at seta Seymistovuna á pall. Hon sigur, at talan er um krevjandi leik. Nógv ung og óroynd teljast millum leikararnar og øll hava nógv at gera alla tíðina. Hetta, hóast 9 leikarar leika Seymistovuna.

Leikurin snýr seg um 6 kvinnur á eini seymistovu. Ein dag seta tær sær fyri at leggja niður arbeiðið. Ístaðin halda tær eitt slag av veitslu og siga har sínar søgur. Sostatt er talan um søgugongd við nógvum søgum í høvuðssøguni.

Torført er at eyðmerkja leikslagið. Talan er um almennan leik.

Sangur og tónleikur eru partur av leikinum. Ásbjørn Berthelsen hevur tikið sær av tónleikinum. Hevur lagt til rætis og umyrkt. Hóast leikurin áður hevur verið á føroyskum palli, so hevur verið arbeitt við málinum, fyri at fáa málið meira nútímans.


Seksti ár og byrjanarleikari

Ria Tórgarð fegnast um, at enn glógvar, tá talan er um leik uttanfyri Havnina. Hon vónar, at nú Tjóðpallur er á veg í høvuðsstaðnum, verður gjørligt at menna skipanina við at senda leikstjórar kring landið og at fáa hetta meira støðugt.

Seinnu mongu árini hevur verið vanligt at senda leikstjórar út til áhugaleikarar, ið venja leik. Tað er MáF, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, ið tekur sær av hesum.

Ria Tórgarð fegnast um, at strandingar nú seta leik upp. Við áhugaleiki á bygd er ofta soleiðis, at eitt tíðarskeið er lív í, men so kólnar aftur. Ávísir persónar dríva verkið, felagið, fella síðani frá, men koma kanska aftur, ella onnur koma ístaðin, metir Ria.

Ria fegnast um, at fleiri ung eru millum leikararnar á Strondum. Fleiri eru á palli fyri fyrstu ferð. Eisini elsti leikarin, ið er meira enn seksti ár, stendur á palli fyri fyrstu ferð.

Áskoðarar kunnu vitja innar í Seymistovuna 2. páskakvøld, tá frumsýning verður í Bygdarhúsinum á Strondum.