Seyðurin av bønum í 2008

Eitt gamalt mál og ynski hjá sørvingum verður nú umsíðir framt í verki.

Fyri umleið 30 árum síðani byrjaðu menn at tosa um at vetrarfriða Sørvág fyri seyð, og fyri fimm árum síðani varð farið undir ítøkiligar samráðingar. Í juli mánaði í ár varð so undirskrivaður sáttmáli varð við allar viðkomandi hagapartar um hetta. Avtalað er at friðingin verður sett í verk í seinasta lagi 25. oktober í 2008.
Sambært avtaluni skal seyðurin seinastu ferð av bønum 24. mai hetta árið.
- Ætlanin hjá kommununi er helst at fara undir arbeiði at hegna í komandi ári, verður sagt úr Sørvágs kommunu.
Við hesum tiltaki verður møguleiki hjá borgarunum at hava tað snotuligt rundan um húsini alt árið.