Rulluportur eru góð at hava fyri at halda seyð vekk, har hann ikki er ynsktur. Holini millum rørini forða fyri at seyður gongur yvir um. Hetta er ikki tilfellið í Kirkjubø, har seyður hevur lært at ganga yvir um rulluportrið til bøgarðarnar uttan trupulleikar.
Sandur, steinar, gras og annað hevur í langa tíð fylt rulluportrið. Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, skilir ikki, hví rulluportrini ikki verða røkt og tømd.
- Nú er tað komið so mikið høgt upp, at um seyðirnir glíða niður ímillum, so klára teir yvirum allíkavæl. Rulluportur mugu tømast og haldast við líka, akkurát sum restin av vegnum, men tað verður bara ikki gjørt, sigur Jóannes Patursson.
Tað er ein trupulleiki hjá bóndunum í Kirkjubø, tí seyðurin gongur inn og etur av bønum, sum skal brúkast sum vetrarfóður. Trupulleikin tykist bara vaksa, tí seyðurin lærir av hvørjum øðrum.
- Tað byrjaði við tveimum óm, ið lærdu at ganga yvirum. Hvørja ferð eg reki seyðin út aftur, so finnur ein aftrat útav, at hetta letur seg gera. Einar 12 til 15 ær hava funnið útav tí nú. Næsta ár eru tað kanska eini 25, sigur hann.
- Tað einasta, eg kann gera, um eg skal hava nakað vetrarfóður í ár, er simpulthen at stilla eitt portur fyri rulluportrið, so seyðurin ikki sleppur ígjøgnum. Tí tá teir fyrst hava lært hetta, so steðga teir ikki aftur. So sjálvt um mann tømir rulluportrið nú, so loysir tað ikki trupulleikan.