Seyðasýning í Sumba

Seyðasýning verður í Samkomuhúsinum í Sumba í dag Byrjað verður við veðrum kl. 10:00 stundisliga.

Kl. 13:00 stundisliga verður byrjað við Húshagalombum, síðan hagalomb og at enda traðarlomb.

Parkeringsplássið vestan fyri Samkomuhúsið verður BERT fyri bilar ið hava seyð við til sýningina. Aðrir bilar verða vístir til hini parkeringsplássini í bygdini.

Steyp verða latin fyri nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Eftir sýningina verður borðhald í samkomuhúsinum, tað verður borðreitt við feskari suppu og feskum kjøti, og onkrum leskiligum til tystar seyðamenn.

Undir borðhaldinum verður ein neytafjóringur burturlutaður.

Seyðasýningin í Sumba verður stuðlað av Føroya Bjór, MBM og

Sumbiar Kommunu