Tiltøk
Leygardagin, 19. oktober, skipar kappróðrarfelagið, NSÍ, fyri uppboðssølu av seyði í Ítróttarhøllini í Runavík. Hetta hevur verið eitt vælumtókt tiltak, sum felagið tekur uppaftur í ár. Seyðasølan byrjar kl. 14.
Kappróðrarfelagið fer at selja einar 15 seyðir á uppboði, og síðan verður eisini ein veðrur seldur á ?meksikanskan hátt?, sum felagið tekur til. Her verða 50 kr. goldnar fyri hvørt boð, sum kemur.
Í samband við seyðasøluna, verður eisini skipað fyri stórum køkutombola og matsølu.
Contry dansur
Men tiltøkini hjá kappróðrarfelagnum, leygardagin, 19. oktober, verða ikki avblást við køkutombola og matsølu, tí leygarkvøldið verður eisini dansur á skránni.
Frá kl. 23 til 04 verður contry dansur í Ítróttarhøllini við norsku, Anitu, sum fer at undirhalda saman við faðiri sínum.
Anita er vælumtókt á Bergen-leiðini í Noregi, og í Runavík fer hon at undirhalda við góðum dansitónleiki.
Kappróðrarfelagið, NSÍ, vónar, at nógv fólk fara at leggja leiðina fram við Runavíkini leygardagin til seyðasøluna og seinni um kvøldið til contry dansin.