Seyðalortur á vegum og í túnum kann vera ein orsøk til, at føroyingar við útbúgving ikki koma heimaftur.
Hetta er ein av nógvum grundgevingum, sum fimm løgtingslimir føra fram, nú teir hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa seyðin burtur frá túnum og urtagarðum hjá fólki og at fáa seyðin av vegnum, bæði innanbíggja og uttanbíggja.
Teir fimm tingmenninir, Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen, Eyðgunn Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale, halda, at skulu ung fólk, ið hava tikið longri útbúgvingar í útlondum, vilja búleikast í Føroyum eftir at hava livað í mong ár undir meiri skipaðum viðurskiftum, er neyðugt, at seyðurin fær eitt meiri hóskandi pláss í samfelagnum.
- Tað er ikki hugaligt, hvørki fyri eyga ella heilsu, at seyðalortur liggur í túninum har børn spæla og fólk ganga, tá ein er vanur við aðrar umstøður, siga teir fimm løgtingslimirnir.
Hegna seyðin úti
Uppskotið hjá teimum gongur í stuttum út upp á, at nú skulu kommunur fáa heimild til at krevja av teimum, sum eiga , ross, neyt, geitir og flogfenað, at stika fyri, soleiðis at dýrini ikki sleppa á vegin og inn í urtagarðar og tún hjá fólki.
Ímillum bygdir skal tann, sum eigur vegin, altso landsstýrismaðurin í vinnumálum ella Landsverk, fáa heimild til at krevja, at tey, sum eiga dýr í haganum, skulu stika fyri, so at dýrini ikki sleppa á vegin.
Men innangarðs kunnu eisini tey, sum eiga veg, krevja, at tann, sum eigur seyð, ross, neyt, geitir og flogfenað, stikar fyri, so at dýrini ikki sleppa inn á ognina.
Higartil hevur tað verið so, at verða seyður, neyt, ross ákoyrd, er tað bileigarin, sum hevur skyldu til at betala endurgjald bæði fyri skaðan bil og dýr.
Men teir fimm løgtingslimirnir vilja nú hava løgtingið at samtykkja, at tá ið dýr elvir til skaða, skal tann, sum eigur dýrið, hava alla ábyrgdina og betala tann skaða, sum dýrið elvir til á bilin, samstundis sum at hann onki endurgjald fær fyri dýrið.
Fleiri ferðsluskaðar
Men orsøkin til, at teir fimm løgtingsmenninir gera hetta er ikki bara fyri at lokka føroyingar við útbúgving hendavegin.
- Hetta er liður í eini roynd at skunda undir tilgongdina at fáa meiri tíðarhóskandi viðurskiftir fyri seyð í Føroyum, siga teir.
Løgtingsmenninir vísa í hesum sambandi á, hvussu stóran skaða seyður, ross og elvir til í ferðsluni.
Hvørt ár fáa nógvir bilar skaða umframt at fólkaskaði hendir av ov á av tí at seyður og dýr verða ákoyrd.
- Hóast tað er meiri sjáldsamt, at mannalív verða mist orsakað av seyði á vegnum, eiga vit tó at seta okkum spurningin, um seyðurin veruliga hevur størri týdning enn mannalív?
Tað er eisini ein royndur lutur, at nógvur seyður og stórdýr verða løstað og
láta lív í ferðsluni.
- Vit eisini at hugsa um ta sváru og sera ósømiligu dýrapínslu, ið
stendst av hesum umrøddu viðurskiftum, siga teir fimm løgtingsmenninir.
Men umframt tað peningaliga, eigur eisini at verða hugsað um sálarliga kvøkkin, ið stendst av, at fólk renna á eina ær ella eitt smálamb.
Eftir upplýsingum frá Landsverki er seyðurin atvoldin til nógv fleiri óhapp á landsvegnum enn Rúsdrekka. Landsverk metir eisini, at umleið tríggjar ferðir so nógv óhapp við seyði á vegnum verða meldað til tryggingarfeløgini, enn frágreiðingarnar hjá løgregluni vísa. Niðurstøðan er, at seyður á vegnum er orsøkin til meiri enn triðingin av ferðsluóhappunum á landsvegnum
Til stóran ampa
Somuleiðis vísa teir fimm løgtingsmenninir á, at seyðurin er til stóran ampa fyri royndirnar at fríðka um í bygdum øki. Her verður bæði hugsað um urtagarðarnar hjá privatum fólki, almennar viðarlundir og onnur tiltøk at fríðka um í bygdum øki.
- Tað er ein sannroynd, at tað er prógvað, at tað er gott fyri sálarstøðuna hjá fólki, sum eru sálarliga illa fyri, at stákast í urtagarðinum. Somuleiðis er urtagarðsarbeiði eitt sjálvsagt ítriv hjá eldri fólki, sum royna at halda seg í gongd á ellisárum.
- Her kann tað vera ein dyggur smeitur og drepandi fyri hugin, at seyðurin eftir stuttari løtu kann oyðileggja alt, sum fólk hava roynt at byggja upp.
Ikki trumlast ígjøgnum
Uppskotsstillararnir hava ikki mett um, hvussu nógv tað fer at kosta, at hegna seyðin burtur frá vegum, túnum og urtagarðum.
Men tað veldst eisini um, nær og hvar myndugleikarnir fara at krevja, at hegn verður sett uppverður sett um hegn.
Teir gera eisini vart við, at hegnskylda verður ikki eitt beinleiðis krav, men at men myndugleikarnir kunnu krevja at hegn verður sett upp á ávísum støðum. - Men slíkt krav kann ikki setast fram fyrilitaleyst og tað má hugsast um at nyttan, sum fæst burturúr at hegna, stendur mát við kostnaðin og avmarkingarnar av tí, sigur Helgi Abrahamsen, sum er ein av teimum, sum leggur uppskotið fram.
Hann sigur eisini, at fyri at gera tað bíligari er ætlanin at broyta lógina, so at festarar kunnu betala hegnið av festikontuni.