Seyðalitir hjá Astrid Andreasen

Nú er komið út uppslag og myndatalva við seyði og seyðalitum, sum Astrid Andreasen, listakvinna, hevur teknað. Tað snýr seg 50 ymislittar seyðir, har ið vanligastu heitini eru sett við. Uppslagið er uml. 50 x 70 cm til støddar, og myndatalvan, ið hevur myndir á báðum síðum og er plastað, er 20 x 28 cm til støddar. At myndatalvan er plastað, ger, at hon tolir vætu, og tískil er hon sera væl skikkað at hava við sær í hagan hjá leikfólki – ella hjá børnum at hava við sær, so tey kunnu læra at kenna seyð.

Tað er sum kunnugt sera ymist, hvussu seyður verður umrøddur í sambandi við lit runt um í landinum, tí tað er sera staðbundið, júst hvørji orð og heiti verða nýtt. Tískil ber ikki til út í æsir at nevna øll heiti, ið verða nýtt í Føroyum, men miðað hevur verið ímóti at taka vanligastu heitini við. Køn fólk, ein bóndi og ein røktingarmaður hava verið holl í ráðum, tá ið heitini hava verið sett á.

Astrid hevur í nógv ár verið knýtt at Náttúrugripasavninum, har hon við síni kønu hond hevur teknað til framsýningar og útgávur. Hetta arbeiði hevur fevnt um alskyns lívverur, eitt nú plantur, tarar, fuglar og fiskar. Harumframt hevur hon teknað eitt stórt tal av frímerkjum við lívverum. Eisini kenna vit Astrid sum listakvinnu. Hennara verk prýða stovnar o.a. runt um í landinum, so tey flestu munnu vera kunnug við hennara vøkru myndlist og tekningar.

Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið.

Sí myndirnar niðanfyri.