Tveir fyrilestrar eru á skránni á Hotel Hafnia hósdagin tann 3. juni frá klokkan 15 til klokkan 19. Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur á Ríkissjúkrahúsinum, fer at tosa um epilepsi og kynslív hjá fólki við epilepsi, og hvørji árin heilivágurin hevur á tey. Hann fer eisini at røða um kost- og skurðviðgerðir.
Seinni fyrilesturin verður tann hjá Ellids Kristensen, sum er yvirlækni og sexologur á Ríkissjúkrahúsinum. Ellids fer at tosa um varandi brek við atliti til kynslívið.
Hesir báðir fyrilestrarnir eru ætlaðir øllum, ið hava áhuga fyri evninum, og øllum fólki við epilepsi, fólki í sjúkrahúsverkinum, fólki í heimarøktini og stuðulsfólkaskipanini, og pedagogum.