Løgtingskvinnur: Sexisma er í løgtinginum

Løgtingskvinna er blivin spurd ótespiligar spurningar av starvsfeløgum

Løgtingskvinnurnar Ingilín D. Strøm (C) og Ruth Vang (F)

Sambært tveimum løgtingskvinnum er sexisma nakað, sum kann koma fyri í løgtinginum. Tær báðar Ruth Vang og Ingilín Didriksen Strøm luttóku í kvøld til eitt beinleiðis sofaprát hjá Kringvarpinum í Fuglafirði í sambandi við kvinnudagin 8. mars, har tær millum annað komu at tosa um tónan í løgtinginum.

 

Ingilín Didriksen Strøm fortaldi um eitt aktuelt dømi, sum hon kort síðani hevur upplivað. Hon hevur akkurát lagt eitt uppskot fyri tingið saman við Hervør Pálsdóttir um seksualundirvísing. Men tá hon so fór í kantinuna, bleiv hon spurd, um hon bjóðaði persónliga seksualundirvísing.

 

Hetta er ikki nakað, sum løgtingskvinnan vil finna seg í, og hon hevur tí klagað til formansskapin í løgtinginum. Hon segði, at formanskapurin hevur handlað kæruna professionelt.

 

Løgtingskvinnurnar Ingilín D. Strøm (C) og Ruth Vang (F)