SEV vil hava meiri fyri streymin

Elfelagið SEV vil sleppa at hækka elprísin á nýggjárinum Umboðsnevndin hjá SEV samtykti seinnapartin í gjár fíggjarætlanina hjá felagnum fyri 2009. Har sæst millum annað, at felagið hevur ætlanir um at hækka elprísin fýra oyru fyri hvønn kilowattíma eftir ársskiftið.

Oljuútreiðslurnar hjá SEV eru øktar nógv og eru nú meiri enn ein triðingur av øllum rakstrarútreiðslunum. Nevnt verður, at SEV brúkar 70 milliónir krónur til olju í ár samanborið við góðar 25 milliónir krónur í 1999.

SEV fekk loyvi at hækka prísin frá 1. januar í ár 10 oyru, men sambært fíggjarætlanini vil felagið sleppa at hækka hann fýra oyru afturat nú um ársskiftið.

Kelda: Kringvarpið