Borgarstjórin í Havn krevur nú, at allar framtíðar útbyggingarætlanir hjá Sev verða endurskoðaðar. Og tað er eitt arbeiðið, sum skal byrja alt fyri eitt, roykurin frá nýggjárs-fýrverkinum er fjaraður burtur.
- Beinanvegin í tí nýggja árinum fari eg at krevja, at vit allir partar seta seg saman at endurskoða íløguætlanina hjá Sev.
- Støðan er heilt álvarslig, tí nú eru øll, bæði borgarar og vinnulív, við at hoykna undir sev-prísinum.
Heðin Mortensen sigur, at vit mugu tola at hyggja at okkum sjálvum.
- Tað er eitt krav, at íløguætlanin hjá Sev skal endurskoðast og vit skulu hava eitt úrslit fyri fyrsta apríl so at vit hava okkurt ítøkiligt at halda okkum til.
Men tað skilst á Pálli á Reynatúgvu, nevndarformanni í Sev, at tað verður ikki neyðugt hjá borgarstjóranum í Havn at spæla við vøddunum í hesum máli.
Nevndarformaðurin er nevniliga púra samdur um, at taka framtíðarætlanirnar hjá Sev upp til viðgerðar.
- Nevndin í SEV, kommunurnar og landið eiga longu fyrst í nýggja árinum at sessast við borðið at fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina av at lyfta uppgávurnar í veðurlagspolitikkinum.
- Verður úrslitið av tí, at onnur enn SEV skulu fremja neyðugu útbyggingarnar, er tað ein støða sum SEV tekur til eftirtektar, sigur Páll á Reynatúgvu.










