SEV sett í verk bygnaðarbroytingarnar

TíÐindaskriv frá SEV

SEV-stýrið samtykti á fundi í dag at seta í starv tríggjar deildarstjórar sum liður í bygnaðarbroytingunum í el-felagnum, ið vórðu samtyktar á umboðsnevndarfundi í mars í ár


Fyrsta stigið at seta í verk bygnaðarbroytingarnar í SEV varð tikið í dag, tá SEV-stýrið samtykti at seta í starv tríggjar deildarstjórar, sum allir frammanundan hava verið deildarleiðarar í SEV. Bjarki Hermansen er settur sum deildarstjóri fyri framleiðsluna, tvs. el-verkini, Finn Jakobsen er settur sum deildarstjóri fyri býtisvirkini, tvs. el-netið, og John P. Danielsen er settur sum deildarstjóri fyri fyri-sitingina.
Hesir tríggir mynda nú leiðsluna í SEV saman við stjóranum, Klæmint Weihe.
Frammanundan vóru tilsamans sjey deildarleiðarar undir stjóranum, men umboðsnevndin hjá í SEV samtykti á fundi 19. mars í ár at víðka leiðlsuna við trimum deildarstjórum í staðin fyri teir sjey deildar-leiðararnar.
Bygnaðarbroytingarnar bera m.a. eisini í sær, at ein starvsfólkadeild verður stovnað undir fyrisitingarstjóranum, og at ein menn-ingareind verður knýtt afturat stjórnarskrivstovuni.