Avlopið á roknskapinum hjá SEV í fjør var væl minni enn tað var í 1998. Góðar 31 mió. krónur móti góðum 38 mió. krónum árið fyri. Og hetta hóast elnýtslan í 1999 var 5,4 prosent hægri enn í 1998. Tað er niðurstøðan nú roknskapurin hjá SEV er almannakunngjørdur.
Men, sum altíð, so er ein skilagóð frágreiðing til fallið. SEV lækkaði nevniliga prísirnar 1. januar 1999 og lækkingin var størri enn tann økta nýtslan.
Hetta stendur at lesa í ársroknskapinum hjá elfelagnum fyri árið 1999.
Inntøkurnar fyri 1999 vóru knappar 200 milliónir móti knøppum 206 mió. krónum í 1998. Tá útreiðslurnar og avskrivingarnar samstundis øktust við knøppum sjey milliónum, er ársúrslitið hjá SEV í 1999 góðar sjey milliónir verri enn í 1998. Hinvegin ávirkar tað roknskapin positivt, at rentuútreiðslurnar hjá SEV eru uml. 4,5 mió. lægri í 1999 enn í 1998.
Skuldin hjá felagnum er lækkað nógv seinasta árið. Við ársbyrjan var skuldin 360 mió. krónur, men við árslok var henda upphædd 317 mió. krónur. Tveir triðingar av skuldini eru í føroyskum peningastovnunm, meðan restin er í útlendskum.
Eginognin hjá Sev er nú komin um á knappar 230 milliónir krónur.
Hóast góða úrslitið seinastu árini, so roknar leiðslan í felagnum við at fáa eitt minni undirskot í ár. El-prísirnir eru lækkaðir við gildi frá 1. januar. Tá tað ikki kann roknast við størri nýtsluøking enn 5 prosent, roknar felagið við, at inntøkurnar lækka uml. 4 mió. krónur. Á útreiðslusíðuni er vandi fyri, at oljuprísurin fer enn hægri og tá felagið fær eykarakstrarútreiðslur upp á umleið 15 mió. krónur, verður roknað við einum lítlum halli fyri ár 2000.