Luftleiðingarnar hjá SEV fingu stóran skaða í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið januar-februar SEV sigur, at tann nógvi vindurin saman við klakanum, ið var um mánaðarskiftið januar/februar, hevði við sær, at nógv órógv var á netinum. Tá ið veðrið er soleiðis, er tað serliga luftleiðingarnar, sum kunnu fáa skaða, við at klaki legst á træðrirnar, og nógv tyngd kemur á. Tá ið so eisini nógvur vindur er, fer tráðurin at sveiggja, og ger hetta at nógv stendur á mastrum og øðrum. Tað vóru tá strekkir sum góvu eftir og duttu niður.
SEV sigur, at linjurnar hava fingið so harða viðferð, at tær allar mugu høvuðsumvælast, og tað verður gjørt í ár. Í summar verður sokallað 3-ára eftirlit gjørt á øllum linjunum. Hetta merkir, at gingið verður fram við øllum linjum, og farið verður upp í allar steyrar og mastrar.
SEV hevur seinastu árini miðvíst kaðallagt há- og lágspenningina kring landið, og er hetta arbeiðið í dag komið væl ávegis. Felagið sigur, at ein kann bara ímynda sær, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið, um hetta arbeiðið ikki var gjørt, og alt framvegis var luftleiðingar.
SEV sigur, at linjufólkið hjá felagnum legði nógv fyri hesar dagarnar og gjørdi eitt megnararbeiði.
-Í slíkum støðum við ódnarveðri er eisini sera umráðandi við góðum samskifti. Innanhýsis riggaði hetta væl, tó halda vit framvegis, at neyðugt er við serligari samskiftisskipan sum tryggjar samskifti í neyðstøðum. Neyðugt er eisini við áhaldandi kunning til alt samfelagið, skrivar SEV á heimasíðuni og takkar Kringvarpinum og Rás2 fyri gott samstarv.










