Umhvørvisstovan skrivar, at Verandi prísskipan verður broytt soleiðis, at fyri smærri sólorkuverk, upp til 11 kW, hækkar prísurin úr 0,75 krónur fyri kWt upp í 1,45 krónur kWt.
Fyri størri sólorkuverk, yvir 11 kW, á egnum bygningum hækkar prísurin upp í 2 krónur. kWt fyrstu 12 árini av loyvistíðarskeiðnum, og verður 1 krónur fyri kWt fyri eftirfylgjandi 8 árini av írestandi loyvistíðarskeiðnum.
Sambært orku- og veðurlagspolitikkinum er málið at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Skal hetta mál náast, er neyðugt komandi árini at gera stórar útbyggingar við varandi orku. Ein týðandi liður í hesi ætlan er, at fáa nøktandi grøna elframleiðslu um summarið frá sólorkuverkum.
Nýggju avrokningarprísirnir fáa gildi 15. februar 2026.











