Vegna smittufyribyrging, eru allar deildir hjá SEV fyribils stongdar fyri vitjandi.
Hetta merkir, at øll avgreiðsla bert verður eftir avtalu. Kundar og veitarar v.m., sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, verða tí vinarliga biðin um at ringja tlf. 346800 fyri at fáa avtalu í lag.
SEV røkir samfelagsberandi tænastur, og fyri at verja grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum, er avgjørt fyribils at steingja allar deildir hjá SEV, í sambandi við koronusmittuna.
Innanhýsis tiltøk eru eisini sett í verk fyri at at binda um heilan fingur, skrivar SEV á sev.fo.