Oljutangar
Støðan gjørdist ikki sørt spent á Oyrunum í Vági tíðliga í gjáramorgunin, tá ið staðfest varð, at tann stóri oljutangin á Vágsverkinum var farin at leka. Ein tangabátur hjá Shell hevði júst fylt tangan, sum tekur heili 2.500 tons. Tangagarður er rundan um tangarnar, sum eru tveir í tali, men gjørdist heilt galið, hevði hesin ikki nær til kunnað tikið ímóti øllum teimum 2.500 tonsunum av olju.
Bleytt margarin
Talan er um tungolju, sum er á Vágsverkinum, og í tangunum eru rør, sum hita oljuna, ið annars er rættiliga tjúkk, tá ið hon er køld.
Teir, sum vita um tungolju, siga, at hon minnir um bleytt margarin, tá ið hon ikki er hitað.
Oljutangarnir á Vágsverkinum eru bjálvaðir, og tí kundi tað í fyrstu syfti vera torført at staðfesta, hvar lekin var. Við at taka bjálvingina uttan av tanganum, er staðfest, at leki var í tveimum støðum – einum staði á hvørji síðu, niður ímóti fótinum á tanganum.
Í gjár varð roynt at tetta holini sum frægast, men hetta eydnaðist eftir øllum at døma ikki til fular. Men lekarnir minkaðu, og tíbetur er eingin vanlukka hend. Farið varð sum skjótast at pumpa oljuna úr aftur tanganum og yvir aftur í tangaskipið, sum var komið við henni.
Metingar í gjárkvøldi søgdu, at øll oljan helst var fingin úr tanganum um midnáttarleitið í gjárkvøldið, men sum skiltist tíðliga í morgun, vóru eini 600 tons eftir í tanganum.
Støðan er undir eftirliti, og gongst sum ætlað, verður tangin tómur um ikki so leingi.
Reglurnar á økinum
Tað er Brunaumsjón Landsins, sum gevur byggiloyvi til slíkar tangar, og tað er sami stovnur, sum sambært brunalógini hevur eftirlitið við oljugoymslum fyri myndugleikarnar.
Petur Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins, sigur, at slíkir tangar verða bygdir á staðnum.
- Hetta er sum at byggja ein bygning, bert við øðrum krøvum. Vit fáa eina verkætlan at taka støðu til, og er hon í lagi, fær felagið byggiloyvi treytað av, at kommunan eisini góðtekur ætlanina. Í tekningini fáa vit eitt nú at vita, hvussu konstruktiónin verður, vit fáa upplýsingar um stál, sveisingar og undirlag.
Hann sigur, at eingin oljugoymsla verður bygd uttan við samtykki frá Brunaumsjón Landsins – og kommununi á staðnum.
Undir eftirliti
Petur Lava Olsen, sum er staddur í Suðuroy, sigur í morgun, at lekin á Vágsverkinum nú er minimalur, og tað er einki til hindurs fyri at tøma tangan, soleiðis sum støðan er.
Hann leggur aftrat, at tangagarðurin, sum SEV hevur kring tangarnar í Vági, er størri enn minstakravið.
- SEV hevur hildið seg til galdandi reglur og hevur eisini syrgt fyri, at kravdu og regluligu eftirlitini hava verið, soleiðis sum reglurnar í lógini siga. Men knappliga hendir kortini nakað, sum vit øll kunnu læra nakað av, og spurningurin er, hvussu vit skulu byrgja uppfyri, at slíkt ikki hendir.
Upprudding í Vági
Petur Lava Olsen vísir á, at eitt lítið sindur av olju í byrjanini fór út ígjøgnum ein ventil og út á sjógv, men talan var um smáar nøgdir.
- Uppfyllingin í tangagarðinum er sandur og tílíkt tilfar, og tá ið olja lekur út í garðin, seyrar hon nakað niður í tilfarið. Tá ið tangin er tómur, noyðist SEV undir uppruddingararbeiði, og tá verður so eisini neyðugt at grava ein part av hesum tilfarinum, sum olja er seyrað niður í, uppaftur.
Leiðarin á Brunaumsjón Landsins sigur, at honum kunnugt er stóri tangin á Vágsverkinum tann nýggjari av tveimum, og hann heldur, at hesin er út við 20 ára gamal, bygdur í 1988.