GJØGNUMSKYGNI
SEV hevur verið sum eitt kongaríkið, har almenningurin hevur havt lítið innlit í, hvat gongur fyri seg handan leiktjøldini.
Tað hevur leingi verið almenna fatanin og størsta kritikkpunktið ímóti SEV.
Í semjuni, sum varð gjørd milllum umboðsráðið, stýrið og stjóran fyri SEV um vikuskiftið, verður farið undir at draga gardinurnar frá í hesum stóra felagsskapi, sum kommunurnar eiga.
? SEV hevur verið ov afturlatið, og tað er alneyðugt, at tað verður meira opið. Við semjuni fara vit undir at fáa meira gjøgnumskygnið í SEV, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í SEV.
Hann vil kortini ikki útgreinað, hvat liggur í orðingini »at seta í verk eina endurskoðan av innanhýsis mannagongdum hjá SEV«, sum tað eitur í semjuni.