Tað stendur sjálvandi nógv á hesar dagar, men í trá við, at Sev hevur umlagt skipanirnar seinastu árini, er veðrið farið at ávirkað okkum minni.
Men kortini er altíð ein vandi fyri, at illveðrið tekur streymin hjá pørtum av landinum. Og skuldi tað hent, so eru tey í Sev fyrireikað.
- Vit hava manningar klárar, um okkurt skuldi hent, so vit eru til reiðar at leypa út og fáa skipanirnar í rætt lag aftur, sigur Jón Nielsen.
Jólaaftan er ivaleyst tann dagurin á árinum, tá ið føroyingar nýta mest streym, og tí hevði ikki verið lukkuligt, um streymurin fór í morgin.
- Tað er einki garanti. Vit kunnu reparera skaðar rímiliga skjótt, men meta vit veðrið er ov ringt til at fara út, so bíða vit til tað er ráðiligt, greiðir Jón Nielsen frá.