Settur í starv hjá Bláa Krossi Føroya

Sjúrður Johannesen, Hoyvík

Blái Krossur Føroya hevur sett Sjúrð Johannesen í starv frá 1. januar 2006, har hann kemur at arbeiða við fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði.

Sjúrður er útbúgvin sosialráðgevi í Århus í 1989. Hann hevur síðan arbeitt fýra ár á Almannastovuni og 10 ár hjá Barnaverndini í Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi hevur Sjúrður verið nógv úti og havt fyrilestrar á skúlum og øðrum stovnum.

Sjúrður er 44 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn. Hann er giftur og eigur trý børn.