?Vit eru ómetaliga fegnar um úrslitið.
Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, sigur, at týsdagin varð eitt stórt stig tikið fram ímóti at finna ein varandi arbeiðsfrið á okkara høvuðssjúkrahúsi.
Í hvussu so er, hvat sjúkrasystrunum viðvíkur.
Ósemjan um arbeiðsviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum var annars nú komin so langt, at sjúkrasystrarnar høvdu boðað frá, at tær fóru at seta hart ímóti hørðum.
Aftur ósemja um leiðsluna
Tað, sum aftur hesuferð hevði fingið sinnini í kók, er, sum ikki einaferð tey seinastu árini, leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, hevur ætlað at seta ein einstreingjaðan leiðslubygnað í verk 1. oktober, har eitt fólk, sum vanliga skuldi vera ein lækni, fekk ovastu leiðsluna av hvørjari deild á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrasystrarnar vilja undir ongum umstøðum góðtaka eina einstreingjaða leiðslu, tí tær krevja umboð í ovastu leiðsluna á hvørjari deild við ábyrgd fyri teimum røktarfakligu viðurskiftunum, á jøvnum føti við læknan, sum hevur ábyrgdina av teimum læknafakligu viðurskiftunum.
Í sambandi við bygnaðarbroytingarnar skuldi starvið sum fyristøðukvinna takast av.
Og 1. juli fór so fyristøðukvinnan, Bergliót Ihlen, frá og Jákup Mørkøre átók sær ein part av røktarfakligu leiðsluni fram til 1. oktober.
Samstundis vórðu fleiri uppgávur lagdar á deildarsjúkrasystrarnar.
Men Sjúkrasystrafelagið sigur, at tað er brot á sáttmálan, tí nýggjar uppgávur kunnu ikki leggjast á tær, uttan at viðgerða starvssetanina av nýggjum.
Sjúkrasystrafelagið vildi heldur ikki góðtaka Jákup Mørkøre sum røktarfakligan leiðara, tí tað hevði hann ikki fortreytir til.
Til reiðar at seta tiltøk í verk
Sjúkrasystrarnar siga, at tær undir ongum umstøðum kundu góðtaka, at ongin skikkað røktarfaklig leiðsla var á Landssjúkrahúsinum.
Heldur ikki kundu tær undir nøkrum umstøðum góðtaka, at fleiri uppgávur vórðu lagdar á deildarsjúkrasystrarnar.
Tær tóku málið í so stórum álvara, at tær týsdagin varð kallaðu saman til kreppufund millum Sjúkrasystrafelagið, yvirsjúkrasystrina á Landssjúkrahúsinum og deildarsjúkrasystrarnar at viðgera støðuna.
? Vit vóru avgjørt til reiðar at seta tiltøk í verk, um krøv okkara ikki vóru gingin á møti, sigur Joan Ziskason.
Samstundis var eitt nógv virksemi sett í gongd, fyri at finna eina loysn á trætuni.
Og úrslitið av øllum virkseminum var ein semja, sum sjúkrasystrarnar eru fult nøgdar við.
? Vit eru ómetaliga fegnar um úrslitið.
? Tí, hvat okkum viðvíkur er eitt stórt stig tikið fram ímóti einum varandi arbeiðsfriði á landssjúkrahúsinum, sigur Joan Ziskason.
Helena skar igjøgnum
úrslitið av fundinum var, at Landsstýriskonan í Almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, kom upp í málið og skar ígjøgnum.
Og hon skar til fram fyri sjúkrasystrarnar.
Landsstýrismaðurin gjørdi nevniliga av, at ein fyribils røktarfakligur leiðari skuldi setast á Landssjúkrahúsinum.
? Sostatt var tann trætan loyst, sum var bráðnyðug at loysa og sum var beinleiðis orsøkin til kreppufundin hjá sjúkrasystrunum, sigur Joan Ziskason.
? Men harafturat hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at leiðsluviðurskiftini á landssjúkrahúsinum skulu verða loyst fyri 1. september.
Og hetta heldur formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum verða einki minni enn eitt veruligt frambrot í trætuni um leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Ikki minst tí at Helena Dam á Neystabø samstundis segði, at tann røktarfakligi parturin skuldi styrkjast í leiðsluni.
? Vit eru ómetaliga fegin um, at tann bráðneyðugi trupulleikin um røktarfakliga leiðaran varð loystur so skjótt.
? Men vit eru eisini ómetaliga fegin um, at eitt evstamark er nú ásett fyri, nær leiðsluviðurskiftini skulu vera fingin í rættlag, og at tann røktarfakligi parturin í leiðsluni skal vera sjónligari í leiðsluni
Tað hevur altíð verið eitt ófrávíkiligt krav frá sjúkrasystrunum at fáa umboð í leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.
?Vit hava fyrr verið í verkfalli upp á hetta málið. ? Og vit eru til reiðar at gera tað aftur.
Joan Ziskason sigur, at tað, sum sjúkrasystrarnar krevja, eru leiðarar á Landssjúkrahúsinum, sum skulu hava fulla ábyrgd, eisini fíggjarliga ábyrgd, av teimum røktarfakligu viðurskiftunum á sama hátt, sum læknar fáa fulla ábyrgd av teimum læknafrøðiligu viðurskiftunum.
Men hon viðgongur, at skal nýggi leiðslubygnaðurin fáast í rættlag fyri 1. september, verður tað eitt strævið summar hjá øllum, sum eru uppi í málinum, tí tað verður nógv at gera
? Uppskotið, sum Jákup Mørkøre hevur lagt fram, vilja sjúkrasystrarnar ikki góðtaka og tað skal broytast nógv, áðrenn tað kann setast í verk.
Felags leiðsla
Joan Ziskason sigur, at tað er fleiri staðni, har tað nú verður ásannað, at skal eitt sjúkrahús virka, er tað neyðugt við eini felags leiðslu og at røktarfakligi leiðarar verða settir á jøvnum føti við læknaligu leiðararnar.
? Eitt nú er tað ein politisk avgerð í Århus Amti, at sjúkrarøktin skal hava umboð í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.
? Hetta er ein roynd, sum ikki skal ganga fram til 2007, tá ið hon í fyrsta lagi kann verða endurskoðað.
Joan Ziskason sigur, at tað sama er gjørt av í Skive.
? Eg haldi, at øll á Landssjúkrahúsinum hava krav uppá at fáa skipað viðurskifti.
? Og tað, sum hetta í veruleikanum snýr seg um, er at hava viljan til at samstarva, sigur Joan Ziskason.